Ein savningarmegi í nærumhvørvinum

Umframt at skapa eitt gott róðrartilboð til øll, ið ynskja at rógva, skipar Hósvíkar Róðrarfelag eisini fyri einari røð av trivnaðarfremjandi tiltøkum í bygdini

Farna leygarkvøld varð Hósvíkar Róðrarfelag kosið at vera Ársins Ítróttafelagsskapur 2025. Hetta hendi á stórslignum tiltaki í Varpinum í Klaksvík.

 

- Her í kommununi hevur ongantíð verið nakar ivi um tað stóra arbeiðið, ið sjálvbodnu fólkini handan Hósvíkar Róðrarfelag hvønn dag gera.

 

Í Sunda kommunu, har tey sjálvsagt fegnast um heiðurin, vísa tey á, at Hósvíkar Róðrarfelag av álvara er ein savningarmegi í nærumhvørvinum.

 

- Umframt at skapa eitt gott róðrartilboð til øll, ið ynskja at rógva, skipar Hósvíkar Róðrarfelag fyri einari røð av trivnaðarfremjandi tiltøkum í bygdini.

 

Serliga kent er regattatiltakið, ið savnar fólk úr øllum Føroyum. 

 

##med2##

 

Við eina hugnaliga løtu farna sunnudag bar borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen, Hósvíkar Róðrarfelag eina heilsan vegna kommununa.

 

Við høvið handaði hann eisini felagnum eina gávuupphædd á 5000 krónur fyri at vinna heiðurin sum Ársins ítróttafelagsskapur 2025. 

 

- Vit ynskja Hósvíkar Róðrarfelag hjartaliga tillukku við heiðrinum, siga tey í Sunda kommunu.