- Eingin veiða skal vera á Bankanum um summarið

- Tað eigur at verða eitt krav, at alt tilfeingið av Føroyabanka kemur til lands, bæði rogn, livur og høvd, heldur Johan Mortensen, sum annars tekur undir við fiskifrøðinginum, Peturi Steingrund

Johan Mortensen tekur undir við Peturi Steingrund, fiskifrøðingi, um, at tað eigur ikki at vera veitt á Føroya Banka um summarið.

 

- Toskurin er rak og heldur illa fyri eftir gýtingina, og tá fær hann ikki besta marknaðarprís, soleiðis sum vit hoyrdu í KvF um dagarnar.

 

Johan Mortensen heldur, at støðan minnir ikki sørt um, tá Føroyabanki áður læt upp fyri trolararum um summarið.

 

- Veiðan var stór, alt fór til saltfisk, men góðskan á fiskinum var so vánalig, at litið fekst fyri saltfiskin - og at enda varð so Bankin stongdir.

 

Hann heldur, at vandi nú er fyri, at søgan endurtekur seg.

 

- Vit veiða ov nógv fyri stovnin. Eisini mugu vit skjótt fyrihalda okkum til stóru veðurlagsbroytingarnar, sum vit siggja eisni hjá okkum og úti á Føroyabanka.

 

Johan Mortensen vísir á, at hitin kring Føroyar og á okkara firðum í 2025 var hin hægsti nakrantíð, og uttan iva verður 2026 enn heitari.

 

- Hetta kemur at hava stóra ávirkan á laksaalingina og toskin. Hvat gera vit, um alivinnan kollapsar av økta hitanum? spyr hann.

 

Hann leggur aftrat, at vit øll eiga Føroyabanka, og øll hava ein áhuga í at verja og fara væl við hesum dýrgripi, sum serliga umhvørvið á Bankanum er.

 

##med2##

 

- Kanska er stundin komin, at ikki bara politiska skipanin umsitir Bankan, men at eisni matstovuvinnan og saltfiskavinnan verða við til at umsita Bankan.

 

Johan heldur, at tað eigur at verða eitt krav, at alt av Føroyabanka kemur til lands, bæði rogn, livur og høvd.

 

- Tað verður annars eitt stórt Føroyabanka kvøld í Norðurlandahúsinum fyrst i november, og meira kunning fer at koma um hetta, veit Johan Mortensen at siga.