Tíðinaskriv:
Hetta er 3. ferð, at Eydnucup verður hildið í Føroyum, fyrstu ferð var í 2022 og hevur tiltakið vaksið seg størri hvørja ferð.
Ikki minni enn 110 hondbóltsstjørnur fara at stuttleika sær saman henda dagin. Vit fáa vitjan úr øllum Føroyum, Danmark, Grønlandi, og eisini úr Glucksliga úr Týsklandi luttaka stjørnur og viðhaldsfólk.
Gott lag og samanhald mynda dagin, sum verður fyltur av gleði, high fives, tónleiki, poppkorni, slush-ice og øllum tí, sum bara hondbóltur á Eydnudeildarstøði kann bjóða. Vit byrja kl. 10 og helma ikki í, fyrr enn síðsti dystur er spældur umleið kl. 17, tá ið Jens Marni sleppur at rokka saman við okkara hondbóltsstjørnum.
Hetta verður samstundis startskotið hjá teimum gott 300, sum skulu til gallaveitslu í Dansifrøi. Tá ið tey hava pussað sær dansiskógvarnar og latið seg í veitsluklæðini, verða tey boðin at seta hár og leggja sminku, áðrenn veitsludøguðrin verður borðreiddur og boðið verður til dans.
Lundapisurnar bjóða tykkum øllum at koma við til tiltakið í høllini, sum er ókeypis.
Størsta upplivingin av slíkum slag í Føroyum nakrantíð.
Hevur tú hug at vera partur av toyminum, sum gevur okkara hondbóltsstjørnum eina risa uppliving henda dagin, er eisini møguleiki fyri tí. Tit kunnu seta tykkum í samband við Morten Hust Petersen











