Fimm tannáringar doyðu í ferðsluvanlukku í Írlandi

Bilurin koyrdi móti ferðsluni á motorvegnum og stoytti frontalt saman við einum mótkoyrandi bili. Fýra fólk, teirra millum eitt barn, vórðu álvarsliga løstað.

Fimm tannáringadreingir lótu lív í einari ógvusligari ferðsluvanlukku í Írlandi náttina til sunnudagin.

 

Bilurin við dreingjunum koyrdi móti ferðsluni á einum motorvegi nærindis býnum Athy, í ein útsynning úr høvuðsstaðnum Dublin. Hann stoytti frontalt saman við einum mótkoyrandi bili.

 

Fýra fólk í mótkoyrandi bilinum vórðu álvarsliga løstað og flutt á sjúkrahús. Talan er um tríggjar kvinnur og eitt barn.

 

Tvær av kvinnunum sótu framman í bilinum. Á baksetrinum sótu ein kvinna í tjúgunum og eitt barn. Bæði eru í álvarsligari støðu, skrivar Sky News við írsku løgregluni sum keldu.

 

Justin Kelly, politistjóri, sigur, at vanlukkan vísir, hvussu ábyrgdarleyst og vandamikið tað er at koyra móti ferðsluni á einum motorvegi.

 

Hann vísir eisini á, at slík vandamikil koyring í summum førum verður gjørd fyri at fáa uppmerksemi og dámingar á sosialum miðlum.

 

– Tað ger hesa ábyrgdarleysu atferðina enn meira skelkandi. Ongin fyrilit verða tikin fyri teimum oyðileggjandi avleiðingunum, sum koyringin kann fáa fyri ósek fólk og tey, sum koyra, sigur politistjórin sambært Sky News.

 

Familjan í mótkoyrandi bilinum var sambært løgregluni á vegnum uttan nakra skyld, tá bilurin við tannáringunum rakti hana.

 

Løgreglan heitir á fólk, sum sóu vanlukkuna ella hava viðkomandi upplýsingar, um at venda sær til myndugleikarnar.

 

Vegastrekkið varð stongt sunnudagin, meðan tekniskar kanningar vórðu gjørdar. Likamini av teimum fimm dreingjunum eru flutt á Naas General Hospital, har líkskurðir skulu gerast.

 

Hetta er onnur álvarsliga vanlukkan av hesum slagnum nærindis Dublin í stutta tíð. Síðsta vikuskifti vórðu níggju fólk løstað, tá ein bilur koyrdi móti ferðsluni á einum øðrum motorvegi.

 

Ritzau