Fleiri dripin í ukrainskum loftálopi á Belgorod

Í gjár lótu í minsta lagi 19 fólk lív í krígnum - ávikavist í Russlandi og Ukraina

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heitir enn einaferð á sínar sameindu um at fáa meira loftverju

Í russisku Belgorod-regiónini eru seks fólk dripin í ukrainskum rakettálopi í dag.

 

Hetta upplýsir virkandi guvernørurin í økinum, og tað er tíðindastovan, AFP, sum endurgevur.

- Aftrat teimum deyðu, eru fýra fólk særd, harav eitt barn, í ukrainska álopinum, leggur hann aftrat.

 

Sagt verður, at sunnudagin lótu í minsta lagi 19 fólk lív í krígnum - ávikavist í Russlandi og Ukraina.

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heitir enn einaferð á sínar sameindu um at fáa meira loftverju