Nú ber til at ogna sær ein part av donsku sjónvarpssøguni. Uppboðssøluhúsið Bruun Rasmussen hevur sett eitt fullfíggjað savn av upprunahandritum og fleiri búnum úr vælumtóktu sjónvarpsrøðini Matador á uppboð.
Tað upplýsir uppboðssøluhúsið í tíðindaskrivi mánamorgunin.
Matador snýr seg um lívið í íspunna danska býnum Korsbæk í 1930- og 1940-árunum. Lise Nørgaard skapti røðina, sum varð send fyrstu ferð frá 1978 til 1982.
Handritini eru mett at hava eitt samlað virði á upp ímóti 100.000 donskum krónum.
Ein partur av danska mentanararvinum
Peter Broe, sum er serfrøðingur í savnslutum hjá Bruun Rasmussen, sigur, at áhugin fyri Matador framvegis er stórur, hóast røðin skjótt er 50 ára gomul.
Bæði royndir savnarar og fólk, sum bjóða á uppboði á fyrsta sinni, vísa lutunum áhuga.
– Matador hevur fingið eitt heilt serligt pláss í hjørtunum hjá dønum. Í dag er ein heil savningarvinna kring røðina, sigur Peter Broe.
Hann fegnast um, at savnarar og fjepparar aftur fáa møguleikan at ogna sær ein lítlan part av sjónvarpsrøðini, sum langt síðan er vorðin partur av danska mentanararvinum.
Kjólar og lokalblað úr Korsbæk
Millum búnarnar á uppboðnum eru gráu klæðini hjá Gitte Graa, sum Susse Wold var í, og blómuti kjólin hjá Ingeborg Skjern, sum Ghita Nørby var í.
Búnarnir eru mettir at vera millum 10.000 og 25.000 danskar krónur verdir.
Í uppboðnum er eisini eitt eintak av íspunna lokalblaðnum Korsbæk Tidende. Allir lutirnir stava úr privatum søvnum.
Bruun Rasmussen seldi eisini fleiri lutir úr Matador í desember í fjør. Tá keypti Nordisk Film ein annan kjóla hjá Ingeborg Skjern fyri 15.000 krónur.
Filmsfelagið keypti eisini ein frakka úr tailendskum silki, sum Maude Varnæs – leikluturin hjá Malene Schwartz – var í.
Uppboðini enda 24. august.
/Ritzau/










