Tað hendir í sambandi við viðgerðina av einum uppskoti um eykajáttan, sum skal flyta játtanir millum stjórnarráð eftir nýggja málsøkjabýtinum.
Sirið Stenberg og Ruth Vang, sum umboða minnilutan í nevndini, halda, at arbeiðið hjá nýskipanarnevndini verður “róð afturáaftur”, nú talið av stjórnarráðum aftur hækkar úr seks upp í sjey.
Tær vísa á, at øll politiska skipanin áður tók undir við ætlanini um at minka stjórnarráðini úr níggju niður í seks fyri at styrkja fakligu umhvørvini og spara pengar.
Men sambært minnilutanum eru tær ætlaðu sparingarnar longu minkaðar úr umleið 20 milliónum krónum niður í 16,3 milliónir krónur.
Minnilutin vísir eisini á, at broytingarnar hava skapt nógv órógv í stjórnarráðunum, har starvsfólk hava upplivað ótryggleika, samstundis sum landsstýrisfólk skuldu seta seg inn í nýggj málsøki.
– Tað er ilt at ímynda sær annað, enn at hetta darvaði arbeiðinum, siga Sirið Stenberg og Ruth Vang í álitinum.
Tær halda, at tað skalar legitimitetin í nýskipanararbeiðinum, tá politiska skipanin ikki megnar at halda fast við tær avtalur, sum vóru gjørdar.
Kortini tekur bæði meiriluti og minniluti undir við sjálvum uppskotinum til eykajáttanrløgtingslóg fyri apríl 2026, sum snýr seg um flytingar millum stjórnarráð vegna nýtt málsøkjabýtið, sum verður lýst sum ein útreiðsluneutral broyting í fíggjarlógini.











