Iran væntar ikki skjóta avtalu við USA

Iran væntar ikki, at ein endalig avtala við USA er nær við at vera klár.

Sambært iranska uttanríkisráðnum er ein møgulig komandi rammuavtala við USA bygd upp um 14 ymisk punkt. (Savnsmynd) – Mynd: Majid Asgaripour/Reuters

Tað segði talsmaðurin hjá iranska uttanríkisráðnum, Esmail Baghaei, í dag sambært Reuters.

Sambært honum eru framstig gjørd á fleiri økjum í samráðingunum, men eingin verulig avtala er beint fyri framman.

Baghaei segði eisini, at Iran samráðist um at fáa enda á krígnum, men at samráðingar í løtuni ikki verða førdar um iranska kjarnorkuskránna.

Hann vísti samstundis á, at tað skapar trupulleikar, tá USA broytir støðu undir samráðingunum.

Leygardagin skapti Donald Trump annars vónir um eina skjóta semju, tá hann segði, at ein diplomatisk rammuavtala nærum var klár.

Men sunnudagin vóru útmeldingarnar meira varligar. Tá segði Trump, at hann hevði biðið samráðingarfólk síni um ikki at “skunda sær”.

 

 

Sambært iranska uttanríkisráðnum er ein møgulig komandi rammuavtala við USA bygd upp um 14 ymisk punkt. (Savnsmynd) – Mynd: Majid Asgaripour/Reuters