Liðið hjá Mattiasi H. Lamhauge er fremst

Liðið hjá Gullbrandi Øregaard og Olaf Bárðarsyni vann eisini

Hetta gjørdist ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Mattias H. Lamhauge vardi aftur málið hjá Strømsgodset, og hann helt málið reint, tá Strømsgodset á heimavølli vann 1-0 á gamla føroyingaliðnum, Bryne. 

 

Herman Stengel skoraði sigursmálið í 58. minutti.

 

Strømsgodset er fremst í deildini við 20 stigum fyri níggju dystir. Kongsvinger hevur eisini 20 stig, og teimum á baki eru Odd og Haugesund við 19 stigum hvør.

 

Liðskiparin, Gullbrandur í Horni Øregaard spældi allan dystin, og Olaf Bárðarson var á vøllinum í 71 minuttir, tá lið teirra, Sandnes ULF á Øster Hus Arena í Sandnes vann 2-0 á Sogndal.

 

Mathias Sundberg fekk Sandnes á sigurskós í 12. minutti, og smáar 20 minuttir undan leikloki staðfesti Sandnes sigurin við einum sjálvmáli.

 

Sandnes ULF er nummar 10 í deildini við 10 stigum. Teir hava fýra stig niður til næstaftasta plássið, so sigurin í dag kom sera væl við.