Men noyðist hetta bert at merkja, at vit skulu halda fram at koyra við sama lag? Ber til at nýta hesa støðuna til at endurhugsa, hvussu vit flyta okkum sum heild?
Tað góða:
Lógaruppskotið at taka mvgʼið av ávísum brennievni er ein lætti hjá teimum, ið koyra bensin- og diesel bil - og gott hjá teimum. Tað fer ikki at bera til at steðga við at koyra bil burturav.
Tað minni góða:
Men sum bileigarir vita, so eru tað nógvar aðrar útreiðslur í samband við at eiga og reka bilar:
- Keypsprísurin, har virði minkar fyri hvønn dag.
- Lán og aðrir rentukostnaðir til keypið av bilunum.
- Viðlíkahald, so sum brostnar perur, tómir akkumulatorar og slitnar bremsuskivur.
- Umvælingar, serliga av eldri bilum, so sum rustaði útstoyt, motorskaðar o.a.
- Tryggingar, so sum ábyrgdartryggingar og kaskotryggingar.
- - Veggjald
Ískoytisloysnin:
Tað hevði verið ein veruligur lætti fyri fleiri fólk at kunna frávalt bilin og tess útreiðslur. Ein supplerandi loysn er tí at skoyta upp í lógaruppskotið, at taka mvgʼið av elsúkklum. Tað eigur ikki at vera ein “antin-ellaˮ spurningur, men heldur ein spurningur um “bæði ogˮ. Fleiri og fleiri hava sæð fyrimunirnar við at brúka elsúkklur og fyri nógv fólk kann ein elsúkkla brúkast ístaðin fyri bil nummar eitt ella tvey - og tað hevði veruliga munað fíggjarliga, heilsuliga og fyri umhvørvið og samfelagið.
Oljukreppan heimurin stendur í nú er álvarslig. Hetta hevur sjálvandi fíggjarligar avleiðingar, sum tað hevur týdning at hugsa um. Men kreppur eru eisini høvi til at steðga á og hugsa nýtt. Vit kunnu flyta okkum øðrvísi enn bara við bili í Føroyum. Elsúkklur eru eitt upplagt íkast, og hendan tíðin er uppløgd at raðfesta aðrar flytførismøguleikar.
Vónandi fer Løgtingið at síggja tað stóra sjónarmiðið í hesum máli og nýta høvið at endurhugsa flytføri í Føroyum sum heild. Eitt stig á leiðini er at eisini taka mvg av elsúkklum.
Vinarliga,
Felagið fyri Súkklarar og aðra Ábæra Ferðslu:
Rói Skarðenni - Guðrun í Jákupsstovu - Gunvør Balle - Sjúrður Horsdal sukkla.fo - sukkla@sukkla.fo










