Flýddi undan Vladimir Putin í einari deyðari kúgv

- Eg metti um vandan, og eg visti, at eingin fór at skjóta eftir einari deyðari kúgv, sigur ein fyrrverandi russiskur trygdaragentur við The Telegraph

- Mær tørvaði bara at vera tveittur yvir um markið, sigur 47 ára gamli, Dmitrij Senins, við The Telegraph

Ein fyrrverandi russiskur trygdaragentur, 47 ára gamli, Dmitrij Senins, sigur, at hann flýddi undan russiska forsetanum, Vladimir Putin, við at krógva seg inni í einari deyðari kúgv.

 

Í einari samrøðu við bretsku ávísina, The Telegraph, sigur hann, at hann varð skuldsettur fyri mutur, eftir at hann sjálvur hevði fráboðað umfatandi muturi í russisku skipanini.

 

Dmitrij Senins vísir aftur, at hann hevur havt nakað við mutur at gera. Fyrrverandi FSB-offiserurin sigur, at hann stúrdi bæði fyri fongsli og fyri at verða dripin, um hann varð tikin av russisku myndugleikunum.

 

Tá Russland skerpaði marknaðeftirlitið eftir innrásina í Ukraina, sigur Dmitrij Senins, at vanligir flýggingarhættir gjørdust ómøguligir.

 

Sambært honum brúktu myndugleikarnir termokamera á markinum móti Kasakhstan, og tí noyddist hann at finna upp á onkran annan máta at flýggja, um hann skuldi sleppa ósæddur úr Russlandi.

 

Og loysnin hjá honum gjørdist rættiliga serstøk.

 

Ein kaldan septemberdag í Sibiria í 2022 læt hann seg í gassmasku og gummidrakt fyri at verja seg móti roykinum av rotnum kjøti. 

 

Hann noyddist eisini at vevja seg inn í aluminiumsfoliu fyri at krógva kropshitan, so russisku termokamera'ini á markinum ikki avdúkaðu hann.

 

Síðan kreyp hann inn í búkin á einari deyðari kúgv. Lokalir smuglarar tóku síðan kúnna við Dmitrij Senins upp á ein traktor og koyrdu hann yvir um markið til Kasakhstan.

 

Har bleiv kúgvin stoytt í ein djórakirkjugarð.

 

- Mær tørvaði bara at vera tveittur yvir um markið, sigur hann við The Telegraph. Fyrrverandi FSB-offiserurin sigur, at hann varð liggjandi inni í kúnni tað mesta av einum tíma.

 

Dmitrij Senins greiðir soleiðis frá: 

 

- Eg eri hermaður. Ótti er ein kensla, tú noyðist at hava undir eftirliti. Eg metti um vandan, og eg visti, at eingin fór at skjóta eftir einari deyðari kúgv, sigur hann við ávísina.

 

Hinumegin markið bíðaði ein pensjóneraður fyrrverandi KGB-offiserur á motorsúkklu.

 

Haðani gekk leiðin hjá Dmitrij Senins gjøgnum Kasakhstan, til hann at enda fleyg til Montenegro, har hann í dag livir í útlegd. 

 

The Telegraph sigur, at tey skriva søguna, tí partar av tí, sum Dmitrij Senins sigur frá, er váttað umvegis rættarskjøl og evropeiskar kanningar.

 

Blaðið viðgongur tó, at tað kortini ikki hevur eydnast teimum at skjalfesta alla søguna hjá hinum 47 ára gamla - úr enda í annan.

 

##med2##

 

 

 

- Mær tørvaði bara at vera tveittur yvir um markið, sigur 47 ára gamli, Dmitrij Senins, við The Telegraph

Fleiri útlendskir miðlar skriva í dag um flýggjanina hjá fyrrverandi russiska agentinum