Føroya Keyp­sam­tøka hevði yvir­skot upp á 1,35 milliónir

Føroya Keypssamtøka hevði eitt yvirskot upp á góðar 1,35 milliónir krónur í 2025.

Deildin hjá Føroya Keypsamtøku í miðbýnum í Havn

Tað sæst í ársroknskapinum hjá felagnum.

 

Árið frammanundan var úrslitið eitt lítið hall upp á 2.700 krónur.

 

Eginognin hjá felagnum var við árslok upp á góðar 27 milliónir krónur.

 

Í frágreiðingini verður upplýst, at felagið 1. januar 2025 yvirtók raksturin av teimum seks handlunum, sum vóru riknir undir navninum Føroya Keypssamtøka.

 

Leiðslan sigur tó, at ársúrslitið ikki er nøktandi.

 

Væntanin hjá felagnum var annars eitt úrslit fyri skatt millum átta og níggju milliónir krónur.

 

Sambært leiðsluni vóru bæði umsetningur og inntøka lægri enn roknað við, samstundis sum kostnaðirnir ikki vóru lagaðir nóg skjótt til nýggju støðuna.

 

Kortini væntar felagið eitt positivt úrslit komandi árið upp á millum 4,9 og 5,5 milliónir krónur fyri skatt.

 

Deildin hjá Føroya Keypsamtøku í miðbýnum í Havn