Klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti á Tórsvølli triðja undankappingardystin í hesari HM-undankappingini.
Dysturin verður móti Georgia, ið hevur tapt 0-3 fyri Grikkalandi á útivølli.
Grikkaland vann farna týskvøld 3-2 á Føroyum á Tórsvølli.
Grikkaland er fremst í bólki 4 við níggju stigum fyri tríggjar dystir. Føroyar hava einki stig aftaná tveir dystir, og Georgia hevur somuleiðis einki stig aftaná ein dyst.
Føroyar hava favorittleiklutin hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á føroyskan heimasigur liggja millum 1,90 og 1,96.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,45.
Oddsini upp á georgiskan útisigur liggja millum 3,40 og 3,70.
HER eru oddsini:
##med2##











