GØ og Alias Morera spæla í Tøting

Leygarkvøldið verður konsert í Tøting við føroysku bólkunum GØ og Alias Morera.

GØ varð stovnaður í 2015 og hevur síðan ment sína egnu ljóðmynd, har íblástur úr 60- og 70-árunum verður blandaður við jazzi, rokki, film noir og spaghetti western.

 

Seinasta árið hevur bólkurin spælt bæði í Føroyum og uttanlands. Millum annað framførdi GØ á Reykjavík Jazz Festival, og bólkurin hevur eisini fingið góð ummæli í bretska jazztíðarritinum Jazzwise.

 

Í GØ spæla Ólavur Eyðunsson Gaard á gittar, Kristian Pauli Ellefsen á tangentum, Árni Jóhannesson á bass, Hjörtur Háberg á trummur og Sjúrður Zachariasson á saksofon.

 

Eisini verður Alias Morera á pallinum. Føroyski indie-popbólkurin rørist millum alternativan popp, folk og rokk og telur sjey tónleikarar.

 

Konsertin verður í Tøting leygarkvøldið 22. august klokkan 20.30.

 

##med2##

 

Atgongumerki kosta 150 krónur og 100 krónur fyri limir í Grót. Fólk, sum eru 18 ár og yngri, sleppa ókeypis.

 

Tað eru Summartónar og Tónleikasamtakið Grót, sum skipa fyri.