Í morgun vita útlendskir miðlar at siga, at amerkanski forsetin, Donald Trump, hevur verið í samband við norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un.
Norska kringvarpið - NRK - endurgevur Donald Trump fyri at siga, at sambandið millum forsetarnar var á einum "positivum" støði.
Sum skilst, hevur norðurkoreanski leiðarin heitt á amerikanska forsetan um ikki at gera ov nógv av í felags hernaðarligu venjingini saman við Suðurkorea.
Tá Donald Trump eftir samrøðuna við Kim Jong-un er spurdur, um norðurkoreanski leiðarin hevði nakrar viðmerkingar um venjingina, var svarið.
- Ja, tað hevði hann.
Sambært NRK legði amerikanski forsetin aftrat, tá hann hitti tíðindafólk:
- Kim Jong-un hevur altíð víst mær stóra virðing. Eg skilji hann. Hann skilir meg, segði Donald Trump - uttan at fara í smálutir við tí, sum teir báðir høvdu tosað um.










