Grimsby er eitt stig frá sjeynda plássinum

David Geza Turi og liðfelagarnir vunnu á heimavølli í dag

David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town stríðast hart fyri at røkka sjeynda plássinum í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two, ið gevur rætt til at spæla um uppflyting til League One.

 

Geza var á vøllinum í 76 minuttir, tá Grimsby á heimavølli á Blundell Park leikvøllinum vann týðandi 3-2 sigur á kappingarneytunum, Crewe Alexandra. Tá Geza fór av vøllinum var heimaliðið á odda 3-0. Andy Cook við tveimum málum og Kieran Green syrgdu fyri málunum hjá Grimsby. Móti dystarenda skoraði útiliðið tvær ferðir.

 

Frá Sofascore fær Geza karakterin 7,3, og frá Soccerstand/Flashscore fær hann 7,1 (av 10).

 

Grimsby hevur 68 stig á áttanda plássinum. Teir eru eitt stig aftanfyri Chesterfield, ið er á gylta sjeynda plássinum. Grimsby hevur spælt 41 av 46 dystum, meðan Chesterfield hevur spælt 42 dystir. Aftanfyri Grimsby hevur Barnet 67 stig og Crewe Alexandra 66 stig. Tey bæði liðini hava spælt 43 dystir hvør.

 

Týskvøldið klokkan 19.45 hevur Grimsby dyst á útivølli móti júst Chesterfield.