Nývalda grønlendska fólkatingskvinnan Naaja Nathanielsen úr IA-flokkinum hellir móti reyðari stjórn.
Tað sigur hon í morgun framman fyri Marienborg, har grønlendski politikarin skal hitta virkandi forsætisráðfrúuna Mette Frederiksen.
– Vit hella okkum sjálvandi móti reyðari stjórn.
– Beint nú havi eg eisini ilt við at síggja, hvussu samansetingin skal vera, um talan skuldi verið um eina bláa stjórn, sigur Naaja Nathanielsen.
Hon avloysir floksfelagan Aaja Chemnitz og sigur við valinum til fólkatingið farvæl við landsstýrissess í grønlendska landsstýrinum fyri rávørur, ídnað, orku, javnstøðu og rættarøkið.
Nathanielsen kemur til stjórnarsamráðingarnar við ynskinum um, at Grønland fær meira vald á uttanríkispolitikkinum.
Sum nú er, er tað danska stjórnin, sum umsitur uttanríkispolitisk mál vegna Ríkisfelagsskapin.
– Vit meta ikki, at vit hava brúk fyri at hava stuðulshjól, tá vit samráðast við onnur lond.
– Og soleiðis kunnu vit standa meira í egnum beinum, tá tað snýr seg um Arktis, sigur Naaja Nathanielsen.
Spurningur: Vísir kreppan við USA ikki, at tað er gott, tá Danmark og Grønland standa saman?
– Vit kunnu heilt sikkurt standa saman og geva okkum meira sjálvsavgerðarrætt. Tey bæði tingini eru ikki hvør sítt, sigur Naaja Nathanielsen.
Hon hevur havt floksformannin, fyrrverandi landsstýrisformannin Múte B. Egede, við á fundin við Metta Frederiksen.
– Tí hann er mín formaður, er grundgevingin frá Nathanielsen.
Hin nývaldi fólkatingsmaðurin úr Grønlandi er Qarsoq Høegh-Dam úr flokkinum Naleraq.
/Ritzau/










