Tað segði maður hennara, Haakon Magnus, við norskar miðlar undir einari virðislønarhandan í Oslo í dag.
– Krúnprinsessan er álvarsliga sjúk, og eg haldi, at hon hevur fingið tað eitt sindur verri seinastu tíðina, so eg eri stúrin um heilsu hennara, segði Haakon sambært NTB.
Hann upplýsti eisini, at Mette-Marit nú brúkar ilt í gerandisdegnum.
Mette-Marit fekk staðfest sjúkuna lungafibrosu í 2018. Tað er ein kronisk og ólekjandi sjúka, sum ger lunguni stív og verri til at taka upp ilt.
Í samrøðu við NRK í desember segði 52 ára gamla krúnprinsessan, at sjúkan hevur ment seg skjótari enn væntað, og at læknar fyrireika hana upp á eina møguliga lungutransplantatión.
Seinastu árini hevur hon verið noydd at minka um talið av almennum uppgávum og fleiri ferðir verið burtur frá almennum tiltøkum orsakað av sjúkuni.










