Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at tað er rættiliga nógvur hiti í London í dag.
Men, tað er ikki bara í London, at hitin skuldi gera um seg nú um hvítusunnuna.
Fleiri aðrastaðni í Evropa, eitt nú í Spania, Fraklandi og Týsklandi, hevur eisini verið sagt frá nógvum hita.
Útlendskir tíðindamiðlar vita í dag at siga, at 33,5 hitastig eru máld í London í dag, og hetta er nýtt bretskt met fyri mai.
Gamla metið fyri hita í London í mai var 32,8 stig, sum fyrstu ferð varð skrásett í 1922 - og síðan aftur í 1944.
Lesið eisini: Evropa kókar
https://www.in.fo/news-detail/evropa-kokar











