Tað upplýsir russiska uttanríkisráðið sambært Reuters.
Sambært fráboðanini fara komandi álopini at verða rættað móti tí, sum Russland lýsir sum “høli har avgerðir verða tiknar og kommandopostar”.
– Vit ávara útlendskar ríkisborgarar, eisini starvsfólk hjá diplomatiskum sendistovum og altjóða felagsskapum, um at fara úr býnum skjótast gjørligt, sigur russiska uttanríkisráðið.
Fráboðanin kemur mitt í framhaldandi krígnum millum Russland og Ukraina.
Russland hevur sambært Reuters heitt á útlendingar og diplomatisk starvsfólk um at fara úr Kyiv undan nýggjum álopum móti ukrainska høvuðsstaðnum.











