Við 26 atkvøður fyri, 7 ímóti og ongari blankari samtykti Løgtingið málið um uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.
Tað merkir, at uppskotið hjá løgmanni varð samtykt.
Og beint eftir at uppskotið varð samtykt, bað løgmaður um orðið í Løgtinginum til eina serliga fráboðan, og har útskrivaði hann løgtingsval at vera 26. mars.
Um orsøkini segði hann, at álitið er millum samgongufólk er farið.
At hann gjørdi tað beint eftir málið um Suðuroyartunnilin og málið um at hækka pensjónsaldurin sigur eitt sindur um støðuna. Serliga Framsókn hevur kroyst Javnaðarflokkin at taka undir við at hækka pensjónsaldurin skjótari, enn tað sum er ásett í galdandi lóg um fólkapensjón.
Men hetta verður nú av ongum. Løgtingið gevst nú við arbeiði sínum, og málið um at hækka pensjónsalduirn fellur burtur











