Portugisiski, Carlos Queiroz fekk eina stutta yrkisleið sum ganesiskur landsliðsvenjari.
13. apríl tók Carlos Queiroz við landsliðsvenjarastarvinum. Hann tók við aftaná ganesaran, Nana Otto Addo.
Gana reyk út úr HM-endaspælinum aftaná 0-1 tap fyri Kolumbia í HM-sekstandapartsfinaluni.
Nú hevur Carlos Queiroz boðað frá á Instagram, at hann leggur frá sær sum ganesiskur landsliðsvenjari.
73 ára gamli, Carlos Queiroz hevur áður verið landsliðsvenjari hjá Iran, Portugal, Egyptalandi, og Kolumbia, ið gjørdist bani hansara hesaferð.











