Í kvøld klokkan 22 byrjar HM-fjórðingsfinalan á Hard Rock leikvøllinum í Miami millum Noreg og Ongland.
Dysturin er eisini ein uppgerð millum tveir av teimum fremstu áleyparunum í heiminum, Erling Braut Haaland og Harry Kane.
Bæði Haaland og Kane eru liðum sínum góðir, um tað so er talan um landslið ella felagslið.
Tá tað kemur til landsliðið ger Haaland tað betri enn Kane, men tá tað kemur til felagsliðið er Kane frammanfyri.
Haaland skorar hagfrøðisliga 71. hvønn minutt hann spælir við norska landsliðnum. Kane hinvegin skorar hagfrøðisliga 108. hvønn minutt hann spælir við enska landsliðnum.
Í teimum 200 seinastu dystunum fyri felagslið sítt (198 fyri Manchester City og tveimum fyri Borussia Dortmund) hevur Haaland skotið 163 mál.
Her ger Kane tað væl betri. Í teimum seinastu 200 dystunum fyri felagslið síni (Bayern München og Tottenham) hevur Kane skotið heili 182 mál.
Kelda: TV2 Noreg
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











