Kane sigur, at hóast báðir verða mettir sum miðframherjar, spæla teir á sera ymiskan hátt.
– Erling hevur verið ótrúligur við sínum málskjótingum. Líkamliga er hann ein maskina, eitt beist. Hann er framúr góður at enda álop, og málhagtølini tala fyri seg sjálv, sigur Kane sambært AFP.
Kane leggur tó dent á, at hann sjálvur er eitt annað slag av spælara.
– Eg havi fegin bóltin meira og eri meira við í spælinum, hóast eg eisini kann spæla sum reinur miðframherji. Tað gevur ikki meining at samanbera okkum, sigur hann.
Kane hevur skotið 73 mál í 63 dystum fyri felag og landslið síðsta árið, meðan Haaland hevur skotið 46 mál síðani síðsta summar, harav sjey við hesum HM-endaspælinum.
Fjórðingsfinalan millum Noreg og Ongland byrjar klokkan 21 føroyska tíð.











