Í kvøld klokkan 22 spæla Noreg og Ongland HM-fjórðingsfinalu á Hard Rock leikvøllinum í Miami.
Ongland er favorittur hjá veddingarfyritøkunum, men nøkur serlig søgulig hagtøl tala fyri, at Noreg fer at vinna seg víðari í kappingini, og fer at vinna heiðursmerkið.
Síðani HM-endaspælið í 1938 hevur tað nevnliga verið soleiðis, at tað liðið, ið hevur vunnið á Brasil í røkk-støkk dystum Í HM-endaspølum hevur altíð vunnið heiðursmerki.
Her eru allir HM-heiðursmerkjavinnararnir, ið hava vunnið á Brasil í einum røkk-støkk dysti, og í einum føri í einum innleiðandi bólkadysti:
• 1938: Italia – Gull
• 1950: Uruguay – Gull
• 1954: Ungarn – Silvur
• 1966: Portugal – Bronsa (Vann á Brasil í innleiðandi bólkaspælinum)
• 1974: Niðurlond – Silvur
• 1978: Argentina – Gull
• 1982: Italia – Gull
• 1986: Frakland – Bronsa
• 1990: Argentina – Silvur
• 1998: Frakland – Gull
• 2006: Frakland – Silvur
• 2010: Niðurlond – Silvur
• 2014: Týskland – Gull
• 2018: Belgia – Bronsa
• 2022: Kroatia – Bronsa
Í 1942 og 1946 var einki HM-endaspæl orsaka av seinna veraldarkríggi.
Brasil vann HM-gull í 2002, 1994, 1970, 1962 og 1958. Tí eru tey árstølini ikki við í yvirlitinum.
Heldur søgan sær frá øllum hinum HM-endaspølunum, ið Brasil ikki hevur vunnið, so fer Noreg at vinna heiðursmerki í hesum HM-endaspælinum, tí teir hesaferð vóru liðið, ið sendi Brasil úr HM-kappingini.
Kelda: TV2 Noreg











