Verandi heimsmeistararnir, Argentina er í innleiðandi HM-bólki J saman við Algeria, Eysturríki og Jordan. Argentina er risastórur favorittur til at vinna innleiðandi bólkin.
Argentina er í verandi løtu nummar trý á FIFA-styrkislistanum, og teir hava vunnið HM-gull á trimum sinnum. Í 1978, 1986 og í 2022.
Millum teir kosnu í HM-hópinum hjá Argentina er 38 ára gamla álopslegendan, Lionel Messi, ið hevur spælt heili 198 landsdystir fyri Argentina. Messi hevur 116 mál fyri Argentina.
Undan HM-endaspælinum fer Argentina at spæla venjingardystir móti Honduras og Íslandi. Ein ótrúlig uppliving hjá íslendsku leikarunum.
Landsliðsvenjarin, Lionel Scaloni hevur tikið út hendan HM-hópin:
Málverjar:
- Emiliano Martínez (Aston Villa)
- Gerónimo Rulli (Marseille)
- Juan Musso (Atlético Madrid)
Verjuleikarar:
- Nahuel Molina (Atlético Madrid)
- Gonzalo Montiel (River Plate)
- Cristian Romero (Tottenham)
- Nicolas Otamendi (Benfica)
- Lisandro Martinez (Manchester United)
- Leonardo Balerdi (Marseille)
- Nicolás Tagliafico (Lyon)
- Facundo Medina (Marseille)
Miðvallarar:
- Rodrigo de Paul (Inter Miami)
- Enzo Fernandez (Chelsea)
- Leandro Paredes (Boca Juniors)
- Alexis Mac Allister (Liverpool)
- Valentin Barco (Strasbourg)
- Giovani Lo Celso (Betis)
- Exequiel Palacios (Leversen)
- Thiago Almada (Atlético Madrid)
- Nico Paz (Como)
Áleyparar:
- Lionel Messi (Inter Miami)
- Nicolas Gonzalez (Nottingham)
- Giuliano Simeone (Atlético Madrid)
- José Manuel López (Palmerias)
- Julian Alvarez (Atlético Madrid)
- Lautaro Martines (Inter)











