HM: Ronaldo skrivaði søgu í stórsigri hjá Portugal

Tað var klassamunur millum Portugal og Usbekistan

Mynd: Ritzau Scanpix

Portugal vann stórsigur 5-0 í dysti í innleiðandi HM-bólki K á Usbekistan á NRG leikvøllinum í Houston í Texas.

 

Tað gingu bert seks minuttir av dystinum millum Portugal og Usbekistan, so hevði Ronaldo svarað atfinningarsomu røddunum aftur við at skjóta eitt gott mál, og harvið leggja Portugal á odda 1-0. Joao Cancelo sendi ein góðan bólt inn í brotsteigin, har Ronaldo time´aði renningina væl og hamraði bóltin í netið. Talan var um søguligt mál, tí Ronaldo er tann fyrsti fótbóltsleikarin í søguni, ið hevur skotið mál í seks ymiskum HM-endaspølum. Vorðið sum met. Talan er um HM-endaspølini í 2006, 2010, 2014, 2018, 2022 og 2026. 

 

11 minuttir seinni økti Nuno Mendes við einum góðum frísparki til 2-0. Seks minuttir undan steðginum skrivaði Ronaldo aftur søgu, sum tann elsti leikarin nakrantíð at skjóta tvey mál í einum HM-endaspælsdysti. Bruno Fernandes spældi Ronaldo leysan, og hann takkaði fyri álitið og skrivaði enn meira HM-søgu. Nakað frammanundan hildu leikararnir hjá Usbekistan, at teir høvdu minkað um munin til 2-1, men VAR vísti á, at fríspark var gjørt ímóti Joao Cancelo áðrenn málið var skotið.

 

Tá ein tími var leiktur gjørdi Abdukodir Khusanov hjá Usbekistan sjálvmál, og tá klokkan vísti 87 minuttir meddaði innskifti, Rafael Leao bóltin upp í málhornið til 5-0.

 

Portugal hevði bóltin tveir triðingar av tíðini, og hagtølini: málroyndir innanfyri málrammurnar vístu 9-2 til Portugal.

 

Portugal-Usbekistan 5-0 (3-0)

1-0 Cristiano Ronaldo ('6 )

2-0 Nuno Mendes ('17 )

3-0 Cristiano Ronaldo ('39 )

4-0 sjálvmál ('60 )

5-0 Rafael Leao ('87 )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Portugal og Usbekistan. 

 

Portugal hevur fýra stig, og Kolumbia hevur trý stig. Demokratiska Lýðveldið Kongo hevur eitt stig, meðan Usbekistan hevur enn fyrsta HM-stigið til góðar. Í nátt klokkan trý - føroyska tíð - spæla Kolumbia og Kongo á Estadio Akron leikvøllinum í Zapopan.

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix