Høiby verður varð­halds­fongsl­aður í fýra vikur afturat

Marius Borg Høiby sleppur framvegis at sita varðhaldsfongslaður við fótleinkju á Skaugum. Rætturin vildi ikki ganga ynskinum um eina sonevnda umventa fótleinkju á møti.

Verjin Petar Sekulic tosar við fjølmiðlarnar undan rættarfundinum í Oslo, har varðhaldsfongslingin av Marius Borg Høiby varð longd. Mynd: Heiko Junge/Ritzau Scanpix.

Byrætturin í Oslo avgjørdi í dag, at varðhaldsfongslingin av 29 ára gamla Marius Borg Høiby verður longd við fýra vikum.

 

Høiby, sum er sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, hevur síðan miðjan juli verið varðhaldsfongslaður við fótleinkju á Skaugum, har norska krúnprinshúskið býr.

 

Hann hevði biðið um at verða latin leysur við eini sonevndari umvendari fótleinkju. Hon skrásetur, hvar persónurin er, og gevur ávaring, um viðkomandi fer inn á ávís øki. Rætturin gekk tó ikki hesum ynskinum á møti.

 

Høiby varð 15. juni dømdur fýra ára fongsulsrevsing fyri millum annað tvær neyðtøkur. Hann hevur kært dómin viðvíkjandi neyðtøkunum og einum ákærupunkti um harðskap í nærsambondum.

 

Áður sat Høiby í vanligum fongsli, men vegna heilsustøðuna hjá Mette-Marit fekk hann loyvi at vera frælsisskerdur á Skaugum. Krúnprinsessan fekk í juni nýggj lungu.

 

Løgreglan metir sambært NTB, at framvegis er vandi fyri, at Høiby fremur nýggj lógarbrot.

 

Marius Borg Høiby er ikki formliga limur í norska kongshúsinum. Hann varð føddur, áðrenn Mette-Marit gjørdist unnusta og seinni kona Haakon krúnprins.

 

Verjin Petar Sekulic tosar við fjølmiðlarnar undan rættarfundinum í Oslo, har varðhaldsfongslingin av Marius Borg Høiby varð longd. Mynd: Heiko Junge/Ritzau Scanpix.