– Alt annað líka, so er hetta ein óbeinleiðis hóttan uppá lívið. Løgreglan hevur tikið málið upp, og tekur tað tíbetur í tí stóra álvara, ið tað eigur at fáa.
Tað skrivar Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum er ein teirra, ið atkvøddi fyri uppskotinum um fría fosturtøku í Løgtinginum hósdagin, og sum í gjár fekk eina hóttan sendandi frá einum persóni í Danmark.
– Eg vil nýta høvi til at undirstrika, hvussu týdningarmikið tað er, at vit halda tónan reiðiligan. At vit kunnu vera ósamd, men mugu kjakast og grundgeva heldur enn at fáa mótpartin at framstanda sum ein ónd spilla, ið vil fólki og samfelagnum ilt, skrivar Bjarni Kárason Petersen á Facebook í dag.
– Velur mann tað seinna, fær tað møguleika at festa røtur í sinninum hjá veikum sálum, ið kunnu finna uppá at fremja gerðir útfrá slíkum dehumaniserandi útsøgnum.
– Hartil mugu vit ongantíð koma, sigur løgtingsmaðurin.











