Strika barnagarðsgjald og hækka barnafrádrátt

- Hetta verður gjørt fyri at lætta um hjá smábarnafamiljum, nú jólini eru í hondum, verður sagt í kommununi

Á kommunustýrisfundi í Skálavík hin 24. november varð einmælt samtykt at strika barnagarðsgjaldið í desember. 

 

- Hetta verður gjørt fyri at lætta um hjá smábarnafamiljum, nú jólini eru í hondum, verður sagt í kommununi.

 

Lagt verður aftrat, at á sama bygdarráðsfundi varð fíggjarætlanin fyri 2026 samtykt við triðju viðgerð. 

 

Barnafrádrátturin fer úr 9.500 krónum upp í 10.000 krónur fyri hvørt barnið, og skattaprosentið verður óbroytt, 21%.