Í minsta lagi 23 fólk lótu lív, tá ein bussur og ein lastbilur stoyttu frontalt saman har suðuri í Brasil tíðliga mikumorgunin.
Vanlukkan hendi umleið klokkan 3.30 lokala tíð á landsvegnum BR-373 nærindis býnum Ipiranga í statinum Paraná.
Fimm fólk vórðu særd. Sambært lokalum miðlum er støðan hjá trimum teirra álvarslig.
Fyribils kanningar hjá brasilska samferðsluløgregluni benda á, at lastbilurin kom yvir í mótkoyrandi farbreyt og rendi beint á bussin. Lastbilurin hevði onga farm, tá vanlukkan hendi.
Bussurin hoyrdi til heilsumyndugleikarnar í Imbituva og var á veg við sjúklingum til viðgerð á sjúkrahúsum í Curitiba. Millum ferðafólkini vóru eisini heilsustarvsfólk og avvarðandi hjá sjúklingum.
Vegafelagið Via Araucária upplýsir, at 13 kvinnur, átta menn og tvey børn eru millum tey 23, sum lótu lív.
Bjargingarfólk og løgregla arbeiddu í fleiri tímar á staðnum, og vegurin var stongdur í umleið sjey tímar eftir vanlukkuna.
Guvernørurin í Paraná, Ratinho Júnior, hevur lýst tríggjar sorgardagar í statinum.
Orsøkin til vanlukkuna verður framvegis kannað.
##med2##











