Her setur kommunan sjóneykuna á ávís evni so borgarin vónandi gloymir verulig tiltøk, sum politikkararnir kundu sett í verk og arbeitt fyri.
Tórshavnar kommuna hevur eisini samtykt nýggjan umhvørvispolitikk við støði í altjóða veðurlagssáttmálum, har kommunan strembar eftir útlátið at av vakstrarhúsgassi í 2040 er netto-null. -STÓRSLIGIÐ!
Ipaddar inn á dagstovnar
Leygardagin stilla fólk seg í kø og fáa handað trø og runnar, meðan kommunan enn er í ferð við at seta upp Ipaddar í hvørja inngongd í øllum dagstovnunum í kommununi. Hetta krevur sjálvandi eina rúgvu av nýggjum routarum, so teldlarnir kunnu hava netsamband til eina og hvørja tíð.
Á hesum teldlum ynskir kommunan, at foreldur skulu tøppa børn teirra inn og út aftur, tá tey fara heim. Hví tey skulu tað og hvønn trupulleika tey loysa við hesum, er ringt at fáa svar uppá. Men hetta hevur kravt nógvar arbeiðstímar at sett upp, stórinnkeyp av teldlum og routarum, sum krevja streymnýtslu, viđlíkahald og uppdateringar, inntil okkurt smartari skal keypast. Hetta hevur sikkurt skapt fleiri nýggj arbeiđspláss á KT deildini.
Á stovninum har eg arbeiði, kemur hetta fyribils upp á 7 teldlar og tilhoyrandi routarar, ið standa til streym 24 tímar í døgninum. Á tveimum av stovunum luktar av kloakk tá onkur ávís ætt er. Hetta er sjálvandi ikki líka átrokandi at gera nakað við, og tíanverri finst ongin talgild loysn á hendan trupulleikan.
Hvørja ferð børn/foreldur/starvsfólk ganga gjøgnum durin, ganga tey framvið hesum umhvørvisskrímslunum. Vit fara við børnunum á ruddingardag og læra tey at fara væl um og ikki spilla umhvørvið, meðan teldlarnar hanga í gongini.
Vit læra tey at fara væl um leikurnar á stovninum. Sjálvt brúnu spælibjørnina við merkinum "Made in West Germany" á búkinum. Hetta tí, at umhvørvið hevur týdning og pengarnar til leikur ikki eru nógvir - og vit minnast sjálvandi at sløkkja ljósiđ eftir okkum, tá vit fara út.
Vit gera okkara relatiónsarbeiði, meðan hesir relatiónsvanskapningarnir, sum hava stolið so nógv uppmerksemi frá fólki, hanga í gongini.
Vit ganga okkara túrar framvið náttúrudýrgripin Sandá og fríøkið, har politikkararnir hava staðsett komandi Argja kirkju. "PLANTIĐ EITT TRÆ" - sigur kommunan, so tey kunnu taka eitt fríøki.
SAMAN UM GRØNU FRAMTÍÐINA - eitur yvirskriftin fyri umhvørvisvikuna, har kommunan bjóðar øllum borgarum, fyritøkum og felagskapum at taka lut. Ein serlig skrá er enntá gjørd til dagstovnar og skúlar. So um vit øll gera okkara, so kann kommunan svansa sum hon vil. Vit onnur mugu bara kompensera.
Eg havi ilt viđ at trúgva, at okkara náttúruvinarligi borgarstjóri kann góðtaka hetta.
Jenny Old










