Átaksleiðslan í Avannaata Kommunu í Grønlandi ávarar nú borgarar bygdini, Innaarsuit, um ísfjøll, sum eru rikin móti landi og kunnu koppa og vera til vanda fyri íbúgvar, um illa vil til.
Innaarsuit er lítil bygd í Vesturgrønlandi, sum liggur einar 46 kilometrar norðanfyri Upernavik. Vandin er, at ísfjallið - ella ísfjøllini - kunnu "kálva", sum tey rópa tað, og at aldur frá ísfjalli kunnu gera skaða.
Sambært Sermitsiaq liggur nærmasta ísfjallið nærindis bygninginum hjá Royal Greenland, sum aftur liggur nær handlinum, Pilersuisoq.
- Átaksleiðslan heitir á fólk um ikki at fara í stórum bólkum í handilin, og heitt verður eisini á fólk í økinum um at vera árvakin - á landi, og tá siglt verður inn og út úr bygdini.
Tað er ikki óvanligt, at stór ísfjøll koma nær bygdini, Innaarsuit.
Sermitsiaq veit at siga, at í 2018 varð neyðugt at flyta íbúgvarnar í bygdini burtur, tí eitt stórt ísfjall rak móti bygdini og tók í botn, samstundis sum vandi fyri, at ísfjallið brotnaði, var stórur.