Myndin er tilvildarlig

Ísrael rakt sjúkrahús og íbúðarbygning í Teheran

Kríggið millum Ísrael og Iran gongur nú á áttanda degi við fleiri løstaðum og deyðum hjá báðum pørtum

Myndin er tilvildarlig

Reuters, sum endurgevur almennar miðlar í Iran, veit at siga, at ein ísraelsk rakett í morgun rakti eitt sjúkrahús í iranska høvuðsstaðnum, Teheran.

 

Sagt verður, at kelda til hesi tíðindi er heilsumálaráðið í Iran.

 

Reuters endurgevur eisini iranska netmiðilin, Asriran, sum veit at siga, at ein ísraelsk drona í dag eisini hevur rakt ein íbúðarbygning í iranska høvuðsstaðnum.

 

Einki verður tó sagt um, hvørt sivilfólk eru løstað ella hava latið lív í ísraelska álopinum.

 

Lagt verður aftrat, at kríggið millum londini nú gongur á áttanda degi við fleiri løstaðum og deyðum hjá báðum pørtum.

 

 

 

Myndin er tilvildarlig