Iran er ein av nærmastu sameindu hjá Russlandi og eftir útsagnir hjá amerikanska forsetanum um, at USA møguliga fer at leggja upp í kríggið í Miðeystri, er hetta ein vánaligur koppur av te hjá russum.
- Støðan er kritisk, siga tey í Moskva eftir hesar útsagnir.
Síðan kríggið tók seg upp millum Ísrael og Iran, hevur Ísrael beint fyri fleiri kjarnorkuserfrøðingum og høgtstandandi hernaðarleiðarum hjá Iran.
Sagt hevur verið, at tað var Donald Trump, forseti, sum setti seg upp ímóti, at Ísrael eisini beindi fyri ovasta andaliga leiðara landsins gjøgnum mong ár, Ayatollah Ali Khamenei, sum hevur stýrt Iran við harðari hond heilt síðan 1989.
Í einari útsøgn á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, hevur Donald Trump seinni skrivað, at USA veit akkurát, hvar andaligi leiðarin krógvar seg, men at USA fer ikki at leypa á beint nú.
Í vikuni frættist annars, at amerikanski forsetin eftir tilmæli frá sínum ráðgevum hevur givið hervaldinum heimild til at leypa á Iran, men hann sigur seg hava hildið einum møguligum álopi aftur - fyri at síggja, um Iran er sinnað at skriva undir eina nýggja kjarnorkuavtalu.
Útlendskir miðlar vita at siga, at russiskir myndugleikar eru skakaðir um útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum, og hildið verður, at tað fer at víðka um krígsstøðuna í Miðeystri, um USA leggur uppí.
Seinastu dagarnar hevur USA týðiliga víst á, at tað als ikki er óhugsandi, at USA fer at hjálpa Ísrael í krígnum móti Iran, og væntandi er, at USA - um landið leggur uppí - fer at gera álop á kjarnorkuvirksemið hjá Iran.
Soleiðis, sum vit hava skilt, er kjarnorkuvirksemið hjá Iran, har landið eitt nú ríkar uran, so væl goymt niðri í jørðini, at Ísrael neyvan eigur nøkur vápn, sum rættiliga kunnu beina fyri hesum virksemi.
Men, tað eigur USA eftir øllum at døma. Hjartað í slíkum virksemi er væl vart og goymt nógvar metrar inni í fjallinum, skilst.
##med2##
Reuters veit at siga, at ein útsøgn hjá varauttanríkisráðharranum í Russlandi, Sergej Rjabkov, avdúkar óttan í Moskva fyri, at USA leggur seg út í kríggið millum Ísrael og Iran.
Her hugsar Sergej Rjabkov ikki minst um, at Russland kann missa ein av sínum nærmastu sameindu, sum Iran hevur verið - serliga eftir, at Russland leyp á Ukraina fyri meira enn trimum árum síðan.
- Støðan er kritisk, sigur varauttanríkisráðharrin í Russlandi.
Flestu evropeisk lond hava sett revsitiltøk í verk móti Russlandi fyri eirindaleysu krígsførsluna í Ukraina, og Iran liggur eisini undir revsitiltøkum fyri ikki at vilja skriva undir eina nýggja kjarnorkuavtalu.
Russland og Iran hava nýliga undirskrivað eina strategiska samstarvsavtalu, sum hevur styrkt bondini millum londini uppaftur meira. Avtalan fevnir um alt frá hernaðarligum samstarvi til handil, gransking, útbúgving og mentan.
Kelda: www.dagbladet.no