Hetta var fyrstu ferð, at bæði Kanada og Suðurafrika spældu ein knockoutdyst í einum HM-endaspæli.
Dysturin var javnur og merktur av nervum og nógvum mistøkum. Kanada hevði tó flestu málmøguleikarnar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í netið fyrr enn tveir minuttir inn í yvirtíðina.
Hetjan gjørdist miðvallarin Stephen Eustaquio, sum smekkaði ein leysan bólt í málið og sendi kanadiararnar víðari í kappingini.
Kanada hevði fleiri góðar royndir undan steðginum, og í seinna hálvleiki bjargaði málverjin hjá Suðurafrika, Ronwen Williams, fleiri ferðir.
Kanada trýsti alsamt meira seinastu løtuna, serliga eftir at Alphonso Davies varð skiftur inn, og trýstið gav úrslit við sigrinum í yvirtíðini.
Í áttandapartsfinaluni skal Kanada møta vinnaranum av dystinum millum Niðurlond og Marokko.











