Regnslag er ikki neyðugt undir hálvtaki

- Hóast vit í Føroyum ikki verða rakt av hitabylgju, hevur tað týdning at ansa eftir, at børnini ikki blíva ov heit, tá tey sova úti í vogni

- Eitt regnslag hoyrir til flest allar barnavognar, og tað kann vera gott í øllum regninum hjá okkum. Tað er tó nøkur viðurskiftir, ið vit skulu hugsa um, tá vit brúka regnslag til vognin.

 

Soleiðis siga tey í Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung.

 

Víst verður á, at til summar barnavognar, ið hava varufakta-eyðkennismerki, hoyrir eisini eitt góðkent regnslag, sum er mett um og góðkent at tryggja barninum nóg nógva luft.

 

Í Gigni siga tey, at onnur regnsløg kunnu ikki viðmælast. 

 

- Hyggið javnan eftir elastikkinum í regnslagnum. Er tað ov leyst, kann sjálvt eitt lítið barn hála regnslagið inn og koma í vanda fyri at kvalast.

 

Tilmælið er bara at brúka regnslag, tá farið veðrur túr við barninum í regni, og her eigur at verða ansað eftir, um regnslagið "andar", so døgg ikki legst á innsíðuna.

 

- Set barnavognin undir eitt hálvtak, um tað regnar, tá barnið skal sova úti - og brúkið ikki regnslagið tá.

 

Í Gigni vísa tey á, at hóast vit í Føroyum ikki verða rakt av hitabylgju, hevur tað kortini týdning at ansa eftir, at børnini ikki gerast ov heit. 

 

Flestu pinkubørn í Føroyum sova úti um dagin, og tað er sera gott við frískari luft.

 

- Tað hevur tó týdning, at klæðini verða lagaði til hitan, og at vognurin ikki verður ov nógv dekkaður, siga tey í Gigni.

 

Meira kunning um hetta kann lesast um heimasíðuna - www.gigni.fo