Tað upplýstu læknar frá Al-Ahli sjúkrahúsinum í Gaza City í dag.
Álopið skaddi Heilagu Familjukirkjuna. Hon er í Gaza City og er einasta katólska kirkjan í Gaza.
Forsætisráðharrin í Italia, Giorgia Meloni, skrivar á sosiala miðlasíðuni X, at Ísrael stendur aftan fyri álopið.
Í uppslagnum kallaði hon tað óhóskandi, at Ísrael loypur sivil mark.
- Álopini móti sivilfólkinum, sum Ísrael hevur framt í fleiri mánaðir, eru óhóskandi, skrivar hon.
Ísraelski herurin, IDF, upplýsir, at málið er kannað.
Ritzau/Reuters