Týsdagin 7. juli klokkan 19.45, sum er í annaðkvøld, verður dystur millum KÍ og Atert Bissen úr Luksemburg.
- Í hesum sambandi verður Bøgøta stongd frá klokkan 18 til 22. Býarbussurin koyrir ikki eftir Bøgøtu hetta tíðarskeiðið, og J. Waagsteinsgøta verður eisini stongd frá klokkan 12 til 22.
Lagt verður á, at dyrnar til dystarøkið lata upp klokkan 18.45, og dyrnar verða latnar aftur stundisliga klokkan 20.
- Hósdagin hin 9. juli verður dystur millum NSÍ og Hamrun Spartans FC.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at tá verða Bøgøta og J. Waagsteinsgøta eisini stongdar frá klokkan 18 og 12, og báðar gøturnar verða stongdar til klokkan 22.










