Koyrdi ov skjótt á Glyvursvegi

Løgreglan hevur skrivað fleiri bøtur fyri brot á ferðslulógina. Eisini var eitt lítið ferðsluóhapp í Søldarfirði.

Um klokkan 10.30 varð ein bilførari tikin fyri at koyra 73 kilometrar um tíman á Glyvursvegi á Argjum, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.

 

Ferðin varð eftir frádrátt minkað niður í 70 kilometrar um tíman, og bilførarin fær bót fyri tað.

 

Eitt lítið ferðsluóhapp var eisini við nýggju ferðsluforðingini sunnan fyri rundkoyringina við Skipaneskrossin. Ein bilførari rendi á eitt ferðsluskelti.

 

Eingin fólkaskaði var, men materiellur skaði stóðst av óhappinum.

 

Løgreglan metir, at bilførarin hevur verið óansin í ferðsluni. Viðkomandi var ikki ávirkaður av rúsdrekka og fær væntandi bót fyri óansni.

 

Á staðnum verður arbeitt við at gera eina ferðsluforðing, sum skal fáa bilførarar at seta ferðina niður, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.

 

Um middagsleitið varð ein bilførari tikin fyri at tosa í handhildnari telefon undir koyring. Tað gevur bót og klipp í koyrikortið.

 

Beint eftir klokkan 12 varð ein annar bilførari tikin í Klaksvík fyri at koyra uttan trygdarbelti.