Eitt minni ferðsluóhapp var norðan fyri Haldórsvík um hálvgum trý tíðina seinnapartin í gjár.
Eftir tí, sum løgreglan hevur fingið upplýst, royndi førarin at víkja undan einum seyði og fór í tí sambandi út av vegnum og niðan í lendið.
Førarin varð fluttur á sjúkrahús til kanningar.
Løgreglan sigur eisini, at hon javnan fær fráboðanir um útlendsk ferðafólk í leigubilum, sum koma illa fyri á føroysku vegunum.
Vegirnir eru nógvastaðni smalri, enn útlendskir bilførarar eru vanir við, og tað kemur fyri, at førarar fara ov langt út á vegjaðaran, tá tveir bilar skulu møtast.
Leigubilar ganga tí aftur í hagtølunum hjá løgregluni bæði í sambandi við ferðsluóhapp og bilar, sum eru komnir út av ella hava rent seg fastar.











