Løgreglan heldur kortini tætt at kroppinum í sambandi við stóra áktakið í Fuglafirði í gjár.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur í morgun, at løgreglan í gjár stutt eftir klokkan 13 fekk boð um at, ein ein lívleysur persónur var funnin uttandura í Fuglafirði.
Fleiri viðmerkingar hevur løgreglan ikki, eru greiðu boðini frá vaktleiðaranum á politistøðini í Havn í morgun.
Lesið eisini: Stór løgregluatsókn í Fuglafirði
Tað sum vit vita er, at »ein hending«, sum løgreglan málbar seg í gjár, fór fram í Fuglafirði. Løgreglan stongdi eitt øki á Bøvegi í Fuglafirði, og tað var stongt í fleiri tímar, meðan løgreglan gjørdi kanningar. Fleiri politibilar vóru á staðnum, eins og sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar, og løgreglan hevði eisini eina dronu í luftini í fleiri tímar.
Kanningar vóru gjørdar í og við eini húsi á Bøvegi í Fuglafirði.
Hvat er hent og ikki fáa vit ikki at vita frá løgregluni, sum tó staðfestir í morgun, at ein persónur er deyður í sambandi við »hendingina« í Fuglafirði.











