Løkke vil hava færri aðalráð í nýggjari stjórn

Tað skulu vera færri ráðharrar í einari komandi danskari stjórn. Tað heldur formaðurin í Moderaterne, Lars Løkke Rasmussen.

Formaðurin í Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, vil hava færri ráðharrar í einari nýggjari danskari stjórn. Hann sigur tó, at hann sjálvur verður ráðharri, um flokkurin fer í stjórn. (Savnsmynd) Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tað segði hann við fjølmiðlar eftir bólkafund hjá flokkinum í dag.

– Okkara íkast verður, at vit royna at skipa eina stjórn við eitt sindur færri ráðharrum, segði Lars Løkke Rasmussen sambært TV 2.

Núverandi stjórnin hjá Javnaðarflokkinum, Vinstra og Moderatunum hevur 25 ráðharrar, og tað er mesta talið nakrantíð í danskari stjórnarssøgu.

Løkke sigur tó, at tað er upp til forsætisráðfrúuna sjálva at seta stjórnina saman.

Samstundis staðfestir hann, at um Moderatarnir verða partur av nýggjari stjórn, so er ætlanin, at hann sjálvur skal vera ráðharri.

Í hesum døgum samráðast Javnaðarflokkurin, SF, Radikalu og Moderatu um at skipa eina nýggja miðvinstrastjórn í Danmark.