Sum snarljós av klárum himli komu nú boðini um, at Føroyar skulu loysa úr ríkisfelagsskapinum. Javnaðarveljarar sum á seinasta løgtingsvali hildu seg velja ein samríkjaflokk fáa nú at vita, at tað gjørdu kortini ikki. Sjálvt tingfólk hjá flokkinum, sum so seint sum í hesi vikuni hava sagt alment, at hetta snýr seg ikki um loysing, mugu nú býta í grasið og ásanna, at tað er júst loysing, sum stendur á skránni. Veljarin er snýttur!
Nógvir ósvaraðir spurningar
Men hvat merkir hetta fyri føroyingar?
Tá fullveldislandsstýrið ætlaði at loysa fyri 25 árum síðani, vóru nógvir spurningar frammi, og eg gangi út frá, at hesir spurningarnir eru líka viðkomandi enn.
- Hvussu við ríkisborgararættinum?
- Hvat slag av passi skulu føroyingar hava?
- Fara føroyingar at kunna sigla sum skiparar á donskum skipum?
- Skulu Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í NATO (og rinda 5% av BTÚ - 1,4 milliardir krónur í árligum limagjaldi)?
- Hvussu við atgongdini til útbúgvingar í Danmark?
- Hvussu við atgongdini til donsk sjúkrahús?
Nógvir aðrir spurningar vóru eisini uppi at venda, og eg gangi út frá, at greiða má framvegis fáast á øllum hesum.
Og so er tað ríkisveitingin. Eg havi hoyrt onkran viðmerkjara siga, at ríkisveitingin er nógv minni nú enn hon var tá. Tað er rætt – og tó!
Tá hevði landskassin avlop sum lógu millum 600 og 700 mió. krónur um árið, og blokkstuðulin táttaði í einari milliard. So tað manglaðu einar 300 til 400 mió. í, fyri at avlopið dekkaði blokkstuðulin. Nú er blokkstuðulin 567 mió. krónur, men landskassin hevur einar 200 mió. krónur í undirskoti, so nú mangla kanska einar 700 mió. í. Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at fáa tað roknistykkið at ganga upp?
Og hvussu við dómsvaldi og løgreglu, sum danir rinda uttanum blokkstuðulin? Hvat ætla teir fimm flokkarnir at gera við tað?
Eg kenni nógv javnaðarfólk (harímillum tingfólk), sum ikki ganga inn fyri loysing. Tey munna hava ein sera beiskan smakk í munninum í hesum døgum.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin