Danska kongshúsið upplýsir, at Margreta drotning varð innløgd á Ríkissjúkrahúsið í gjár eftir at hava kent seg illa.
Læknarnir hava funnið eina nýggja blóðsavning við mjødnina og lætta vætutrot, og hon verður væntandi innløgd alla vikuna.
Tí fer hon ikki, sum annars ætlað, til jarðarferðina hjá Harald kongi í Oslo mikudagin.











