Maria vann á Janu í bestu donsku hondbóltsdeildini

Súna K. Hansen skoraði og legði upp til 11 mál hjá Skanderborg

Fimm føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.

 

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens vunnu á heimavølli 29-27 á Janu Mittún og hennara liðfeløgum í Viborg. Í steðginum var Horsens eisini frammanfyri við tveimum málum, 16-14.

 

Jana skoraði tvey mál og legði upp til fýra mál (assist). Maria legði upp til tvey mál. 

 

Súna K. Hansen avrikaði væl við at skjóta fimm mál og leggja upp til seks mál, tá hon og liðfelagarnir í Skanderborg vunnu á útivølli 28-27 á Sønderjyske. Skanderborg var á odda 16-11 í steðginum. 

 

Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ taptu á útivølli 26-37 (13-17) fyri verandi meistarunum, Odense. 

 

Marita skoraði trý mál og legði upp til trý mál. 

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu á heimavølli stórt 29-43 (14-23) fyri Ikast.

 

Rakul sum kappast við bæði Stephanie Christensen og Alberte Hamborg bjargaði trimum av 16 málroyndum, ta tíðina hon var á vøllinum. 

 

Støðan:

 

Nr:Lið:Dystir
1Team Esbjerg1937 stig
2Odense 1936
3Nykøbing Falster1930
4Ikast 1928
5Viborg1924
6Keypmannahavn1922
7Sønderjyske1915
8Horsens1914
9Silkeborg-Voel1913
10EH Aalborg1912
11HØJ1912
12Ringkøbing199
13Skanderborg199
14Bjerringbro195