Martin er givin á Toftum

Álopsspælarin úr Gøtu er ikki longur partur av liðnum hjá B68

Í annaðkvøld klokkan 18 fær B68 vitjan av HB. Hesa ferð verður heimavøllurin hjá toftamonnum í Fløtugerði í Fuglafirði. Tað kemst av, at graslíkið á Svangaskarði í løtuni verður skift út.

 

Higartil í ár hevur Martin Klein Joensen verið á listanum hjá Jákupi á Borg og B68. Tað verður hann ikki í morgin, og nú er tað greitt, at Martin er givin á Svangaskarði.

 

B68 skrivar í dag, at B68 og Martin Klein Joensen eru samd um at strika sáttmálan millum partarnar. B68 takkar Martini fyri tíðina og innsatsin í B68 og ynskir honum alt tað besta framyvir.

 

25 ára gamli Martin Klein Joensen hevur sambært FaroeSoccer verið í B68 troyggjuni í níggju dystum. Seks ferðir er hann skiftur inn, og tríggjar ferðir var hann millum teir fyrstu og skiftur út.

 

Martin skoraði tvey mál fyri B68. Tað fyrra var 16. mars, tá ið B68 á heimavølli vann 2-0 ímóti FC Suðuroy, og tað seinna málið skoraði hann 31. mai, tá ið B68 á heimavølli vann 4-1 ímóti TB.

 

Sambært FaroeSoccer hevur Martin Klein Joensen spælt 99 dystir í bestu deildini og skorað 40 mál. Umframt barndómsfelagið Víking og B68 hevur hann umboðað NSÍ, og eitt skifti tíðliga í fjør var hann í íslendska felagnum Njarðvík.