Mette fer at samráðst við borgarligar flokkar

Vinstri og Konservativi flokkurin eru bodnir til samráðingar mánadagin og týsdagin

Formaðurin hjá Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, hevur fleiri ferðir heitt á Konservativu og Vinstra um at koma til samráðingar hjá Mette Frederiksen Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Konservativ flokkurin í Danmark hevur fingið innbjóðing til stjórnarsamráðingar við kongliga kannaranum Mette Frederiksen týsdagin. Tað hevur DR News fingið at vita.

Í gjár kom fram, at Vinstri hevur fingið boð um til samráðingar í Forsætismálaráðnum mánadagin. Tað váttaði næstforkvinnan í flokkinum, Stephanie Lose fríggjakvøldið á Facebook.

 

Í gjár segði formaðurin hjá Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, at tað fóru ikki at vera fleiri fundir við Moderatarnar stjórnarsamráðingunum, uttan so at Mette Frederiksen eisini bjóðaði Vinstra og Konservativu við.

 

Tá Løkke fór frá samráðingunum í Forsætismálaráðnum í gjár, metti hann, at Mette Frederiksen fór at senda boð eftir Vinstra og Konservativu í sambandi við stjórnarsamráðingarnar.

 

Bæði Vinstri og Konservativu hava áður verið framvið hjá kongaliga kanningarstjóranum.

 

Sum kongligur kanningarstjóri hevur Mette Frederiksen havt undanfundir við fleiri partar. Harímillum Vinstra og Konservativu.

 

Men hon hevur síðani samráðst við Eindarlistan, SF, Alternativið og Tey Radikalu.

 

Formaðurin hjá Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, hevur fleiri ferðir heitt á Konservativu og Vinstra um at koma til samráðingar hjá Mette Frederiksen Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix