Tað endaði við 2-1 heimasigri, tá ið teir næstbestu hjá HB tíðliga seinnapartin vóru á Vágseiði. Inntil ikki so langt undan dystarbyrjan sá tað einki út, tí tað vóru ikki líkindi at spæla fótbólt. Men so klárnaði tað, og hóast tað var eitt lot, so vóru líkindini ikki so galin at spæla.
Tríggjar minuttir eftir steðgin legði HB seg framum. Málskjútti var Martin í Stórustovu, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin. Undan hesum kappingarárinum skifti Martin frá AB og til HB.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði FC Suðuroy til 1-1. Eftir innlegg úr høgru var tað Salmundur Bech, sum fluktaði bóltin í málið. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti. Uppleggið átti Páll Johannesen, sum lítla løtu frammanundan var komin á vøllin.
2-1 sigursmálið skoraði FC Suðuroy, tá ið tað restaðu sjey minuttir. Eftir horna úr vinstru, sum John Villi Wøldike tók sær av, var tað verjuspælarin Valerian Iobashvili, sum setti bóltin í málið. 37 ára gamli georgianski verjuspælarin hevur verið í felagnum síðani 2022. Í dag skoraði hann fyri fyrstu ferð síðani 2023, tá ið FC Suðuroy var í 2. deild.
FC Suðuroy hevur spælt fýra dystir og vunnið 10 stig. Næsti landskappingardysturin verður annan sunnudag á útivølli ímóti EB/Streymi.
HB hevur higartil vunnið tvey stig og er niðast á støðutalvuni. Millum teir á HB liðnum í dag var 28 ára gamli Heri H. Mohr, sum er aftur í barndómsfelagnum. Fram til 2023 spældi hann 133 dystir í bestu deildini, veit FaroeSoccer at siga.
Næsti dystur hjá HB verður annan sunnudag á heimavølli ímóti B71.











