Trý fólk eru løstað í ukrainskum dronuálopi á eina bensinstøð í russiska Kursk-landslutinum seinnapartin.
Tað sigur guvernørurin í økinum, Alexander Khinshtein, og hann leggur aftrat, at álopið kom eftir, at avtalaða vápnahvíldin skuldi verið byrjað.
Álopið er ikki váttað av øðrum, hvørki ukrainskum keldum, ei heldur óheftum keldum.
Seinnapartin í dag skuldi ein 32-tímar long vápnahvíld koma í lag millum Russland og Ukraina.
Londini vóru samd um vápnahvíld hesar tímarnar í samband við ortodoksu páskahalguna.
- Ukraina fer at halda vápnahvíldina, um Russland gevst við sínum álopum - í luftini, á landi og á sjónum.
Hetta skrivaði ukrainski forsetin, Vlodomyr Zelenskyj á X, fyrrverandi Twitter, í dag.











